Áheitan frá Franklin Graham leiðara fyri felagsskapunum ”Samaritan Purse”

– og ”Billy Graham Evangelistic Association.”

Saman við 250 kristnum leiðarum, heiti eg á tykkum øll kring landið, sum fylgja Kristusi eftir, at seta sunnudagin 2. juni av til serstaka bøn fyri Donaldi Trump, forseta. 

Fíggindar Donald Tumps royna alt. ið teir kunnu at oyðileggja hann, húski og embæti hansara sum forseti. Eingin forseti hevur verið so álopin sum hann. Mín meting er, at einasta vón fyri honum og tjóð okkara, er Gud.

Hetta er hættisligt tíðarskeið fyri Amerika. Vit eru á tromini at fara fyri bakka. Tíðin er stutt. Okkum tørvar at biðja Gud um at kom upp i leikin. Okkum tørvar at biðja Gud um at varðveita, styrkja, seta mót í forsetan og vegleiða hann.

Vit vita at Gud hoyrir og svarar tá ið vit biðja. Hann kann bloyta hjørtu og hugsanir menniskjans. Hann er almáttugur og stjórnar viðurskiftum tjóðanna.

Bíblian heitir á okkum um at biðja fyri ”øllum, ið høgt eru sett, so vit kunnu liva eitt stilt og friðarligt lív í gudsótta og siðprýði. Hetta er Gudi, frelsara okkara gott og tekkiligt.”    (1.Tim. 2,2-3)

Vit heita á kristnar samkomuleiðarar um at ganga á odda í felags samkomubøn fyri forsetanum, so at sunnudagsskúlar og aðrir kristnir bólkar, einstaklingar og húski kring landið biðja serstakliga fyri forsetanum sunnudagin 2. juni.

Vit heita á teg um at standa saman við okkum í bøn og sig øðrum frá, so vit kunnu fáa so mong sum gjørligt sum biðja!

 

Vinaliga

Franklin Graham

Sent til føroyskar fjølmiðlar hevur Svenning av Lofti