Áin floymir langt upp um áarbakkan

Hetta er eitt fyribrigdi, sum hendir nakrar ferðir um árið, men í løtuni er áin serliga stór.

 

Seinastu dagarnar er áin, sum rennur oman úr Sandsvatni, farin langt upp um áarbakkan. Koyrandi er ikki í vanligum bili eftir vegnum, sum gongur fram við ánni og oman.

Hetta er eitt fyribrigdi, sum hendir nakrar ferðir um árið. At siga, at hetta er eitt serstakt fyribrigdi, er neyvan heilt rætt, tá hetta hendir við jøvnum millumbilum.

Orsøkin til, at áin soleiðis fer um áarbakkan, er, at tað typpist niðri við áarmunnan, har áin rennur út í ósan.

Sandur legst fyri, og nakrar ferðir um árið noyðist kommunan at biðja mann fara oman við gravkúgv at lata áarmunnan uppaftur. Soleiðis hevur verið nakrar ferðir í vetur.

Men, so stór og víð, sum áin oman úr Sandsvatni er í løtuni, er hon ikki ofta. Í løtuni floymir áin um eitt rættiliga vítt øki, og vatn liggur heilt niðan móti Eystanvegnum.

Viðheft eru nakrar myndir, sum eru tiknar av hesum fyribrigdi seinnapartin í dag, og niðast er mynd, sum vísir, hvussu áin oman úr Sandsvatni sær út ein góðan summardag.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

 

 

 

 

Soleiðis sær áin oman úr Sandsvatni út ein góðan summardag.