Ákæra reist um samanstoytin millum Mykines og Mars

Bæði skiparin á Mykinesi og førarin av glastrevjabátinum Mars eru ákærdir í málinum um samanstoytin millum Mykines og Mars tann 31. august 2017 í Skopunarfirði, har ein maður læt lív

Tað var ein sorgarleikur, tá ið M/V Mykines og glastrevjabáturin M/B Mars rendu saman í Skopunarfirði stutt fyri klokkan 2 um náttina tann 31. august 2017. Mars sakk og tann eini maðurin umborð læt lív og varð ikki funnin aftur. Hin maðurin varð bjargaður.

Løgreglan hevur nýtt tvey eitt hálvt ár at kanna málið, og nú er ákæra reist.

Sosialurin hevur fingið alment innlit í partar av ákæruritinum.

Í ákæruni stendur, at skiparin á M/V Mykinesi millum annað er ákærdur fyri sum vakthavandi navigatørur á brúnni um ikki at hava tryggjað sær, at tað alla tíðina var hildin tann neyðuga brúgvarvaktin. Skiparin hevði heldur ikki lagt ferðina nógv væl til rættis og tryggjað sær, at tað varð siglt sambært góðum sjómansskapi.

Skiparin á glastrevjabátinum M/B Mars, sum yvirlivdi vanlukkuna, er eisini ákærdur.
Hann er ákærdur fyri ikki at hava tryggjað sær, at tað varð hildið neyðugt útkikk, og fyri ikki at hava siglt sambært góðum sjómansskapi, við tað at viðkomandi metti frástøðuna til M/V Mykines skeivt, og tí ikki gjørdi eina fullfíggjaða meting av støðuni og vandanum fyri samanstoyti.

Fýra vitni skulu avhoyrast.

Teir ákærdu kunnu vænta at fáa bøtur, um teir verða funnir sekir.

Enn er ikki greitt, nær málið kemur fyri í rættinum.

 

Lesið meira um málið í Sosialinum, sum er at fáa til keyps í Sølubúðum kring landið. Til ber eisini at lesa blaðið her.