Ákærdur fyri drápsroynd

Maðurin, sum í gjár varð skotin av løgregluni, varð seinnapartin í dag til grundlógaravhoyr. Maðurin var ikki sjálvur til staðar í rættinum, tí hann var ikki førur fyri at verða fluttur av sjúkrahúsinum, og tí var bert verjin í hansara stað.

Ákærin vildi hava mannin varðhaldsfongslaðan fyri fyri drápsroynd á løgreglumann.

Ákærin greiddi frá, at maðurin hevði loyst skot av við høglbyrsu móti løgregluni, og hevði tá rakt ein løgreglumann í andlitið við tveimum høglum, og hann hevði rakt løgreglumannin í hjálmin við í minsta lagi 30 høglum.

Maðurin varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur.