Jann Kjærbæk og Dan Kjelnæs frá Akkumulatorsøluni.

Akkumulatorar og battarí til øll endamál

Ein av nýggju fyritøkunum í høvuðsstaðnum er Akkumulatorsølan við Landavegin 2. Fyritøkan er staðsett í vakra miðbýarumhvørvinum beint við gamla kirkjugarð og Á-handilin. Parkeringsviðurskifini við handilin eru framúr góð.

 

Tað eru teir tríggir, Jann Kjærbæk, Dan Kjelnæs og Martin Syderbø, sum hava stovnað fyritøkuna. Dagligur leiðari er Jann Kjærbæk, sum hevur 15 ára royndir í fakinum og kennir alt til bransjuna.

- Øll kunnu kenna seg trygg við at koma til okkum, vit finna altíð røttu loysnina, sigur Jann Kjærbæk.

Vøruúrvalið er akkumulatorar og løðitól til bilar, motorsúkklur, bátar og skip. Fyri at dekka breitt hevur handilin eisini battarí og akkumulatorar til ellis- og røktarheim, UPS-anlegg, hitaskipanir, ur, billyklar, parkeringsskivur, MS Surface pennar og mangt annað á goymslu.

- Lyklaorðini hjá okkum eru: Ráðgeving, søla og montering. Nú nærkast eisini tíðin, tá tað verður kaldari. Tá hevur tað stóran týdning at hava góðan akkumulator.

Øll eru vælkomin at fáa akkumulatorin kannaðan hjá Akkumulatorsøluni við Landavegin 2, áðrenn kuldin kemur.

- Vit hava lagt okkum eftir at hava stóra vørugoymslu og góða tænastu, sigur Jann Kjærbæk at enda.

##med2##

 

 

 

Jann Kjærbæk og Dan Kjelnæs frá Akkumulatorsøluni.