Fíggjarnevndin í Svínoy - uttan bil

Fíggjarnevndin er farin til Svínoyar, eftir øllum at døma fyri at fáa arbeiðsfrið

Fíggjarnevndin situr í hesum døgum í Svínoy. Eftir øllum at døma er nevndin farin út á oynna, fyri at fáa arbeiðsfrið.

 

Fíggjarlógin skal í næstum leggjast fyri tingið til aðru viðgerð, og tað er í hesum sambandi, at fíggjarnevndin hevur sett tveir dagar av til fundarvirksemi.

 

Tað ljóðar, at ein nevndarlimur eigur hús á oynni, og at tað er her, at fíggjarnevndin heldur til.

 

Søgan sigur einki um, hvørt nakað samband er ímillum vitjanina hjá fíggjarnevndini í Svínoy og umbønina til Løgtingið frá Klaksvíkar býrað, um at játta tvær milliónir á fíggjarlógini til at umbyggja lendingina á oynni, so at bilferjur eisini kunnu leggja at har.