Alfred tikið seg úr samgonguni

Alfred Olsen hevur tikið seg úr samgonguni, sum eina beinleiðis avleiðing av, at uppskotið um grein 266 b varð samtykt, og hevur hann sent fylgjandi skriv út

Eftir at hava umhugsað støðu mína til verandi samgongu, ið eg var við til at skipa, gjølla, havi eg tikið ta avgerð, at eg ikki longur eri at rokna sum partur av sitandi landsstýrissamgongu. Eg vil ikki gera kompromi við mína samvitsku, og havi tí tikið hesa avgerð, sum eina beinleiðis avleiðing av...