Mynd: e24.no/ Kalle Punsvik

Alguálop: - Kanska noyðast vit øll til hús

- Her arbeiða fleiri ung fólk, sum eiga børn, so hetta verður ógvuliga hart fyri hesar familjur, sigur dagligi leiðarin.

Mynd: e24.no/ Kalle Punsvik


Eftir ongari tíð doyði allur laksurin, sum norðmaðurin, Ole Johansen og hansara arbeiðsfólk á kryvjivirkinum Breivoll Marine Produkter, skuldu taka teir næstu átta mánaðirnar.

Nú kunnu øll arbeiðsfólkini hjá fyritøkuni vænta at verða søgd úr starvi - eisini tey fólkini, sum starvast fast hjá felagnum.

Breivoll Marine Produkter er størsta arbeiðspláss í Ibestad kommunu, sum liggur í Troms. Í fólkatali kann kommunan samanberast við Nes kommunu - ella Saltnes, Toftir og Nes.

- Hetta er jú púrasta vónloysiskent, sigur Ole Johansen, sum er dagligur leiðari á kryvjivirkinum. Hann vísir á, at framleiðslumaskinurnar standa stillar, framleiðslan liggur still, bondini eru sløkt; tað er myrkt á gongini, og vørugoymslan er tóm.

Um ein mánaða skuldi arbeiðið byrja aftur, og næstu átta mánaðirnar skuldu nøkur túsund tons av laksi takast inn á virkið, koyrast gjøgnum maskinurnar og pakkast í samanhangandi arbeiði.

Tá skuldi lív aftur verða á virkinum, og í vørugoymsluna skuldi komið laksur. Men, í staðin kann hetta árið gerast katastrofalt fyri virkið, sum í ringasta føri kann koma at liggja stilt í eitt heilt ár - um tey ikki fáa fatur í laksi aðrastaðni.

Men, tá so nógvur fiskur er deyður í økinum, er ógjørligt í løtuni at siga, um brúk verður fyri Breivoll Marine Produkter í ár yvirhøvur. Eitrandi algan hevur reikað í firðunum kring Troms og Nordland, soleiðis at meginparturin av fiskinum, sum var her, er deyður og óbrúkiligur.

- Hetta er keðiligast fyri tey, sum arbeiða á virkinum. Tey hava longu verið leingi heima, síðan tey góvust at arbeiða í endanum av mars. Nú tey skuldu byrja aftur, hendi hetta. 

Dagligi leiðarin, Ole Johansen, sigur, at í ringasta føri kann tað henda, at øll á virkinum vera arbeiðsleys heilt fram til næsta summar, tá tey kunnu arbeiða tann fiskin, sum nú verður settur út.

Tá fiskur verður tikin, arbeiða 30 fólk á virkinum, og tey plaga arbeiða 9000 tons av laksi um árið. Tað eru knappliga 1200 íbúgvar í kommununi, og soleiðis er Breivoll Marine  størsta privata arbeiðspláss í kommununi.

- Her arbeiða eisini fleiri ung fólk, sum eiga børn, so hetta verður ógvuliga hart fyri hesar familjur. Smør og mjólk kostar líka nógv hjá teimum, sum hjá okkum øðrum, og hesi hava eisini eina munandi lægri inntøku.

Ole Johansen sigur við norskar miðlar, eitt nú við e24.no, at nógv, sum arbeiða hjá felagnum, eru úr Litavia. Hesi hava sett búgv í Ibestad; tey hava fingið børn, barnagarðspláss og hava bygt sær hús.

Mynd: e24.no/ Kalle Punsvik