Alibátur hjá Bakkafrost sokkin í Suðuroy

Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum

Umleið klokkan átta í morgun sakk alibáturin Krossteinur, sum hoyrir til alibrúkið hjá Bakkafrost í Hovi. Eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum, sigur Bakkafrost í eini fráboðan beint nú.

Óhappið hendi hálvan fjórðing út fyri Porkerisnesi, millum Hovsfjørð og Vágsfjørð.
Krossteinur, og alibáturin, Stórafles, fóru saman úr bátahylinum í Hovi klokkan 5.30 í morgun, út á alibrúkið á Hovsfirði fyri at tryggja alibrúkið, nú hann aftur boðar frá nógvum vindi.

Komnir áraka aliøkið í Hovi hitnaðu motorarnir umborð á Krossteini, roykur sást, og báturin fór at fáa slagsíðu. Stórafles kom beinanvegin til Krosstein og fekk manningina umborð og stutt eftir sakk Krossteinur. Tveir mans vóru umborð á Krossteini og tríggir mans vóru umborð á Stórafles

Brimil varð tilkallaður og kom á staðið, sigur Bakkafrost. Manningin umborð á Krossteini hevur tað gott eftir umstøðunum og hevur fingið boðið kreppuhjálp, leggja tey afturat.