- Eg hevði álit á, at kameramaðurin trýsti ikki á "record", fyrr enn upptøkan skuldi byrja, sum vit høvdu avtalað, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.

Álitið á KvF hevur fingið alvorliga skøvu

- Tað er hugstoytt at hoyra tíðindaleiðaran siga, at framferðin hjá KvF í hesum máli er púra røtt, sigur Helgi Abrahamsen í kvøld.

- Eg hevði álit á, at kameramaðurin trýsti ikki á "record", fyrr enn upptøkan skuldi byrja, sum vit høvdu avtalað, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.

Í Facebook-bólkinum - Miðlafólk - spyr landsstýrismaðurin, Helgi Abrahamsen í kvøld, hvør landsstýrismaður tað kann hava verið, sum í gáloysni hevur gloymt, at hann hevði eina mikrofon á sær. Á sama tráði spyr Brynhild Thomsen landsstýrismannin, hvussu hann lýsir nógv umrøddu upptøkustøðuna, sum í seinastuni hevur verið umrødd í miðlunum, har landsstýrismaðurin hevur verið í miðdeplinum.

Her svarar Helgi Abrahamsen Brynhild Thomsen soleiðis:

- Tú skrivar um ein landsstýrismann, sum í gáloysni hevði gloymt, at hann hevði eina mikrofon á sær, og Jógvan Páll Lassen segði í Degi & Viku í kvøld, at talan var um eina upptøku sum var byrjað, áðrenn landsstýrismaðurin varð róptur til viks. Hetta sigur mær so mikið, at talan kann ikki vera um upptøkuna, sum eg var við í.

Á tráðnum vísir Brynhild Thomsen nú á, at fatanin, sum hon hevur fingið av miðlaumrøðuni, er, at Helgi Abrahamsen hevur fingið mikrofonina á, tá hann verður róptur til viks.

Og her svarar landsstýrismaðurin soleiðis;

- At hava fingið eina mikrofon er ikki tað sama sum at hava gloymt eina mikrofon, og eg veit eisini, hvat mikrofonir verða brúktar til. Men, eg hevði álit á, at kameramaðurin trýsti ikki á "record", fyrr enn upptøkan skuldi byrja, sum vit høvdu avtalað.

Helgi Abrahamsen vísir á, at hann ikki hevði droymt um, at nakar fór at senda eina tílíka upptøku, og landsstýrismaðurin greiðir soleiðis víðari frá á tráðnum í Miðlafólkum:

- Journalisturin henda dagin ringdi til mín, beint áðrenn eg skuldi fara til hús og kærdi sína neyð, tí hon stóð og manglaði eitt innslag til Dag & Viku. Eg helt, at eg skuldi hjálpa henni, so eg fekk sonin at bíða eftir mær, meðan kringvarpsfólkini koyrdu oman og fingu gjørt upptøkuna. Samstundis ringdi ein útvarpsjournalistur, sum eisini manglaði eitt innslag til Breddan. Honum fekk eg hjálpt við einari telefonsamrøðu.

Landsstýrismaðurin heldur fyri, at tú lærir so leingi, tú livir.

- Tað álitisforholdið, sum eg havi roynt at bygt upp mótvegis Kringvarpinum við altíð at taka telefonina, tá tit hava ringt og við at ringja uppaftur, tá eg av eini ella aðrari orsøk ikki havi fingið tosað - tað álitið hevur fingið eina alvorliga skøvu, sigur Helgi Abrahamsen.

Landsstýrismaðurin heldur tað tískil vera hugstoytt at hoyra tíðindaleiðaran siga, at framferðin hjá Kringvarpinum í hesum málinum er púra røtt.

- Tað fær meg at spyrja: Um eitt pappír lá á borðinum hjá mær við upplýsingum, sum sambært journalistinum høvdu stóran almennan áhuga, kundi eg so risikerað, at tað pappírið bleiv tikið og lisið upp í Útvarpinum?

At enda á tráðnum á Facebook-bólkinum - Miðlafólk - spyr Helgi Abrahamsen, um hann kann bjóða fólki inn á sína skrivstovu, sum hava slíka hugsan?

- Eg hevði álit á, at kameramaðurin trýsti ikki á "record", fyrr enn upptøkan skuldi byrja, sum vit høvdu avtalað, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.