Álitisfólkini taka týdningarmikil evni upp

Eftir at Lærarafelagið í farnu viku hevði álitisfólkadag, vísir næstforkvinnan á týdningin av álitisfólkum.

Andrea á Rípuni, næstforkvinna. Mynd: Lærarafelagið

Andrea á Rípuni, næstforkvinna. Mynd: Lærarafelagið

Eftir at Lærarafelagið í farnu viku hevði álitisfólkadag, vísir næstforkvinnan á týdningin av álitisfólkum.

Tey trý høvuðsevnini hjá álitisfólkunum fyri álitisfólkadagin 13. juni vóru ávikavist harðskapur móti lærarum, teir fimm arbeiðsdagarnir eftir síðsta skúladag og sáttmálasamráðingar.

Serliga er tað viðurskiftini við harðskapi móti lærarum, sum hevur fingið miðlaumrøðu, og sambært Andreu á Rípuni, næstforkvinnu fyri Føroya Lærarafelag er neyðugt at skipa formligar mannagongdir, til tess at fáa betri greiðu á hvussu støðan er.

- Tað er av alstórum týdningi, at ljós verður varpað á hetta, men hetta er ikki ein nýggjur trupulleiki. Tíðin er komin, har vit eru noydd at hugsa okkum um og skráseta hesar tilburðir, so vit vita, heldur enn gita, skrivar næstforkvinnan á heimasíðuni hjá Lærarafelagnum.

Hon vísir á, at álitisfólkini eru eitt týdningarmikið bindilið í tí førinum.

- Álitisfólkini eru sera týdningarmikil fyri felagið, tey eru bindiliðið millum skúla og felagið, umframt at tey eru tað fólkið, ið lærarin kann venda sær til, um okkurt er, ið tey ivast í. Her skal tó gerast púra greitt, at tað er ikki soleiðis, at tað áliggur álitisfólkinum at tryggja, at allir lærarar, ið tey varða av, eru kunnaðir um alt. Lærarar hava ábyrgdina av at fylgja við, hvat hendir og halda seg dagførdar, skrivar Andrea á Rípuni.

Andrea á Rípuni, næstforkvinna. Mynd: Lærarafelagið