Allir nýføðingar á Tvøroyri fara nú at fáa gávu

Gávan skal vera ein stimbrandi og mennandi heilsan

Nú fara allir nýføðingar í Tvøroyrar Kommunu at fáa eina gávu frá kommununi.

Súsanna Bertholdsen, forkvinna í Mentanarnevndini hjá býráðnum, sigur, at at tey halda, at tað hevði verið ein vøkur gerð av kommununi, at bjóða øllum nýføðingum vælkomnum við eini gávu, sum verður sent heim til tey. Hon heldur, at tað fer at gera sítt til at knýta tey til kommununa.

Men gávan er ikki tikin úr leysum lofti, tí endamálið er, at hon skal vera stimbrandi og mennandi.

Hon segði, at nú nógv verður tosað um, at børn lesa ov lítið, er ætlanin at gávan skal vera ein bók, sum foreldrini kunnu lesa fyri børnunum tey fyrstu árini, men sum børnini síðani kunnu lesa sjálvi - og sum tey kanska eisini kunnu lesa fyri sínum børnum, tá ið tann tíðin kemur.

Saman við bókini fáa tey eisini eitt kort frá kommununi og ein lítlan faldara frá Málmenningarráðnum við góðum ráðum til foreldrini um, hvussu tey menna málførleikan hjá børnini.

Forkvinnan í mentanarnevndini heldur, at hetta hóskar eisini serliga. Væl saman við, at næsta ár er útnevnt at vera lesiár.

Og tað var so einmælt samtykt í býráðnum í gjárkvøldið.

Bókin, nýføðingarnir fara at fáa, er Bestu ævintýrini hjá H.C Andersen, og í henni eru nøkur av kendastu ævintýrinum hjá heimskenda danska høvundanum. Ævintýrini í bókini eru; Prinsessan á ertini, Pinkulisa, Hin áhaldni tinsoldáturin, Mishátti dunnungin, Svínadrongurin, Smágentan við svávulpinninum, Nýggju klæði keisarans, Eldførið, Kavamaðurin, Granntræðið, Dólghanus, Villu svanirnir.