Vøkstur hevur verið í fólkatalinum, og kommunan hevur eisini havt tilflytarar, sum einki tilknýti høvdu til kommununa frammanundan.

Allir pílar peika rættan veg

Tað gongur væl í Eiðis kommunu. Fólkatalið veksur, og kommunan hevur góðar skattainntøkur.

Vøkstur hevur verið í fólkatalinum, og kommunan hevur eisini havt tilflytarar, sum einki tilknýti høvdu til kommununa frammanundan.

 

Tað eru góðar tíðir í Føroyum, og tað eru góðar tíðir í Eiðis kommunu. Higartil í ár er skattainntøkan heili 14 prosent hægri enn somu tíð í fjør. Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, hevur alla orsøk til at vera bjartskygdur.

Tí, hóast kommunan hevur gjørt stórar íløgur í eitt nú fótbóltsvøll, ítróttarhús og marghøll í skúlanum seinnu árini, er Eiðis kommuna rættiliga væl fyri fíggjarliga.

Vøkstur hevur verið í fólkatalinum, og kommunan hevur eisini havt tilflytarar, sum áður einki tilknýti høvdu til kommununa frammanundan. - Taka vit dagin í dag og samanbera við støðuna fyri sjey árum síðan, kunnu vit staðfesta, at 8. hvør borgari, sum er í Eiðis kommuni í dag, búði ikki her fyri sjey árum síðan.

Jógvan í Skorini sigur, at fólkatalið í kommununi í nevnda tíðarskeiði er vaksið við heili 90 fólkum, og tað er hann ógvuliga fegin um. - Men, tað er ikki bara á Eiði, at fólkatalið er vaksið. Fleiri eru eisini komin aftrat í Svínáum, og onkur er komin aftrat við Ljósá, leggur borgarstjórin aftrat.

Teir næstu dagarnar verður Heystfagnaður á Eiði og í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús í dag, er tema um hetta tiltak, sum er so serstakt og forvitnisligt í bygdini.

Vøkstur hevur verið í fólkatalinum, og kommunan hevur eisini havt tilflytarar, sum einki tilknýti høvdu til kommununa frammanundan.