Allur trolaraflotin liggur

Hvørki djúpvatnstrolarar, partrolarar ella teir smáu trolbátarnir eru til fiskiskap í løtuni. Tað er veðrið, sum tarnar skipunum.

 

 

 

Tað er sjáldan, at allir partrolararnir liggja við bryggju, men tað gera teir sambært Fiskamarknaði Føroya í løtuni. Tað er veðrið, sum í løtuni tarnar partrolaraflotanum.

Men, tað eru ikki bara partrolararnir, sum liggja í løtuni. Tað gera allir djúpvatnstrolararnir og teir smáu trolbátarnir eisini. Skipini fara út aftur, tá veðrið batnar.

- Trý garnaskip fiska svartkalva, og fiskiskapurin er heldur frægari nú. Væntandi er, at øll garnaskipini koma inn at landa síðst í vikuni sum kemur, verður lagt aftrat.