- Nú er nógv tann størsti parturin hýsa, sum tað eisini plagar at vera eftir gýting, meðan minni er av toski, sigur Janus Sørensen.

Allur útróðrarfiskur er ikki rak

- Vit hava verið onkrar túrar, og tað er framvegis fult av fiski at fáa, sigur útróðrarmaðurin, Janus Sørensen.

 

 

- Nú er nógv tann størsti parturin hýsa, sum tað eisini plagar at vera eftir gýting, meðan minni er av toski, sigur Janus Sørensen.

 

- Ein hugsandi orsøk til, at fiskurin ikki er feitari, enn hann er, kann saktans vera, at so nógvur fiskur er til. Tað hevur næstan hvør fjørður staðið fullur av toski og vit, sum hava rikið línuútróður úr landi, hava eisini fingið nógvan fisk, bæði tosk og hýsu. Tú fært tó ongantíð fiskifrøðingar at siga, at ov nógvur fiskur er á grunninum.

Tað sigur Janus Sørensen á Viðareiði, sum eigur og rekur útróðrarbátin Brand. Í VikuskiftisSosialinum í dag er ein longri samrøða við Janus Sørensen, sum fleiri ferðir hevur fingið virðisløn á Føroya Sjómannadegi fyri størstu veiðinøgd í bólkinum, sum Brandur fiskar í.

Útróðrarmaðurin á Viðareiði er ikki heilt samdur í útsagnunum um, at útróðrarfiskurin sum heild er so rak, sum sagt verður. Sjálvur hevur hann róð út í nógv ár, og tískil hevur hann eisini fylgt við, hvussu fiskurin hevur verið fyri gjøgnum fleiri ár.

Nú fiskaprísurin er so lágur og kanska bara er tveir triðingar av tí, hann var, hevur ikki í sama mun verið drivið á við útróðri, sum tað annars hevði verið, um alt var sum fyri korona.

- Vit hava verið onkrar túrar av og á, og tað er framvegis fult av fiski at fáa. Nú er nógv tann størsti parturin av veiðini hýsa, sum tað eisini plagar at vera eftir gýting, meðan minni er av toski. Um summarið er veiðan mest hýsa, og onkur ár í juni og juli fæst eisini væl av hvítingi uppi í hýsuveiðini.

Men, tað er ikki á hvørjum ári, at hvítingur er.

Janus Sørensen sigur, at teir plaga ikki at fiska undir landi við Brandi, men royna gjarna á leiðum, sum liggja millum fýra og átta fjórðingar úr landi. Hann heldur, at útróðrarfiskurin sum heild er hampiliga góður, tó at slánar eru uppi í veiðini viðhvørt.

- Men, tað er ongantíð soleiðis, at øll rúgvan er vánalig, og tað er ikki vanligt, at vit tveita fisk út aftur, tí hann er rak. Tað er sum oftast hampiliga góður fiskur, vit fáa, men slánar síggjast eisini, og tað kann bæði vera millum tosk og hýsu.

Útróðrarmaðurin á Viðareiði heldur, at ein hugsandi orsøk til, at fiskurin ikki er feitari, enn hann er, kann saktans vera, at so nógvur fiskur er til, men tað fært tú ongantíð fiskifrøðingar at siga, sigur Janus Sørensen brosandi.

##med2##

- Nú er nógv tann størsti parturin hýsa, sum tað eisini plagar at vera eftir gýting, meðan minni er av toski, sigur Janus Sørensen.

Janus Sørensen hevur vunnið nógvar heiðurslønir á Føroya Sjómannadegi.