Almenn starvsfólk skulu ikki tvingast úr starvi

Ætlanin er at seta eina nýggj skipan í gildi sum skjótast

Almenn starvsfólk skulu ikki tvingast at fara frá, bara tí tey fylla 70.

Tað heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum.

Tað er eisini eitt mál, samgongan hevur sett fær fyri at fremja, tí hugsjónin er, at tað skal ikki vera aldurin, men arbeiðsevnini, sum skulu vera avgerandi fyri, nær fólk skulu fara úr starvi.

Og nú hevur Tordur J. Niclasen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, spurt hann, nær hann ætlar at broyta reglurnar fyri, nær almenn starvsfólk skulu fara frá fyri aldur.

Jørgen Niclasen sigur, at samgongan hevur sett sær sum mál at virka fyri at bera so í bandi, at starvsfólk skulu kunna so leingi á arbeiðsmarknaðinum sum tilber.

Hann sigur, at tað krevur nakað av fyrireiking at broyta galdandi reglur.

– Eg kanni møguleikarnar at broyta rundskrivið um fráfaringaraldur hjá alment settum.

Eftir rundskrivinum, skulu almenn starvsfólk fara frá, tá ið tey fylla 70.

Landsstýrismaðurin sigur, at verður rundskrivið broytt, er eisini neyðugt at broyta fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum og í løtuni verður arbeitt við einum uppskoti um, hvussu tænastumannalógin kann broytast.

Hann sigur, at miðað verður ímóti at fremja broytingarnar um fráfaringaraldur á almenna arbeiðsmarknaðinum sum skjótast.

Hann leggur afturat, at møguleikin at vera longri á arbeiðsmarknaðinum, hóskar væl til reglurnar í eftirlønarlógini um at starvsfólk, sum halda fram at arbeiða eftir at tey hava fylt 67 ár, kunna útseta sína fólkapensjón, men afturfyri fáa tey so hægri fólkapensjón tá tey fara av arbeiðsmarknaðinum.