- Als einki við veruleikan at gera

Sambært formanninum í Starvsmannafelagnum, borðreiða valevni við órøttum tølum, tá ið tey tosa um styttar arbeiðsvikur.

Á valfundinum í Vágum, sum KVF sendi mikukvøldið, var eitt av kjakevnunum um styttar arbeiðsvikur. Summi av valevnunum vildu vera við, at tað kom at verða ein ógvuliga kostnaðarmikil broyting fyri føroyska samfelagið. Millum annað var ført fram, at tað kostaði meira enn eina hálva milliard at fara frá 40 tíma arbeiðsvikum niður í 37 tímar.

Starvsmannafelagið, sum hevur arbeitt við seks kjarnumálum fyri 2019, hevur júst havt stytting av arbeiðsvikuni niður í 37 tímar sum sítt fyrsta mál, og tískil hevur formaðurin, Súni Selfoss, nú tikið til orðanna. Hann er púra ósamdur við roknistykki.

- Tað ber á ongan hátt til at rokna soleiðis, at gott 27.000 løntakarar faldað við trimum tímum við eini minstu tímaløn á 132 krónur yvir 52 vikur og siga, at hetta fer at kosta samfelagnum meira enn 550 miliónir krónur, sigur Súni.

- Soleiðis hanga tingini als ikki saman, tí nógv arbeiða niðursetta tíð og harvið longu væl undir teir 40 tímararnar um vikuna, sum lógarásetta arbeiðstíðin hevur verið seinastu 40 árini, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.

Sambært honum, eru somuleiðis aðrar óbeinleiðis sparingar fyri samfelagið, við styttri arbeiðsvikum.

- Royndir aðrastaðni eru komnar til ta niðurstøðu, at við at seta arbeiðstíðina niður, verður spart nógv í sjúkradøgum, effektiviteturin økist, útreiðslurnar til heilsuverkið minka, og starvsfólkini gerast betri fyri sálarliga við at hava styttri arbeiðsviku, sigur Súni Selfoss á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum.