Alt eigur ikki at sleppa undir húðina

- Tað føldist, sum hevði eg høvdið á einari rúmdarveru, sigur 58 ára gamla, Carol Bryan úr Los Angeles.

Hetta hendi, tá Carol Bryan fekk eina kosmetiska "fylling" undir húðina í andlitinum.

Hetta hendi, tá Carol Bryan fekk eina kosmetiska "fylling" undir húðina í andlitinum.

 

58 ára gamla, Carol Bryan úr Los Angeles, ið arbeiddi sum modell, noyddist at gevast við sínum yrki, tá hon ein dagin skuldi royna tað, tey rópa "fylling", sum var ein eftirspurd vakurleikaviðgerð.

Eftir viðgerðina hovnaði pannan upp, og hetta førdi eisini til nógva pínu, sum ikki var til at halda út.

Avleiðingin var, at hennara útsjónd broyttist fyri allar tíðir, samstundis sum yrkisleið hennara fór í vaskið. Nú ávarðar hon onnur um ikki at gera tað sama, sum hon gjørdi.

Tað var bara ein kosmetisk viðgerð, sum gjørdi enda á hennara yrkisleið sum modell. Hetta hendi, tá hon var 47 ára gomul, og hon skuldi hava eina fylling undir húðina í andlitinum.

Eitt er, at andtlit og panna hovnaðu upp, samstundis sum pínan var ógvuslig, men tað, sum var upp aftur verri, er, at Carol Bryan eisini misti sjónina í øðrum eyganum.

Avleiðingin var eisini, at hon helt seg innandura, tí hon vildi ikki vísa seg fyri øðrum, og hon umhugsaði at enda at taka sítt egna lív so ólukkulig, sum hon var.

- Tað føldist, sum hevði eg høvdið á einari rúmdarveru. Pannan gjørdist so tung, at hon "datt" bara niður og fjaldi eyguni. At enda sá eg einki, um eg ikki helt pannuni uppi, sigur hon. 

Nú 11 ár seinni hjálpir hon til við átakinum - "Had Our Fill"- sum bretska blaðið The Sun stendur aftanfyri. Átakið hevur sum mál at skerpa krøvini til kosmetiska viðgerð í Bretlandi.

Meira um vanlagnuna hjá Carol Bryan kann lesast um heimasíðuna www.tv2.no

##med2##

 

 

Hetta hendi, tá Carol Bryan fekk eina kosmetiska "fylling" undir húðina í andlitinum.

Átakið hjá The Sun - Had Our Fill - verður stuðlað av Carol Bryan.