Alt um Havnina á eini app

Eitt býarkort, upplýsingar um matarstøð, mentartiltøk og alt møguligt annað er nú savnað á eini app. Nýggja appin, Tórshavn City Map, er eitt nýbrot í føroyskum ferðavinnuhøpi

Nýggja appin, Tórshavn City Map, er eitt nýbrot í føroyskum ferðavinnuhøpi

Nýggja appin, Tórshavn City Map, er eitt nýbrot í føroyskum ferðavinnuhøpi

Tað er Sendistovan og Dekostovan, sum standa aftan fyri nýggju appina, sum hevur sín uppruna í eyðkenda lítla býarkortinum, ið ferðafólk hava fingið útflýggjað.

-       Tað eru helst eini 10 ár síðani, eg vit gjørdu eitt konsept um eitt býarkort við hentum upplýsingum á. Eg havi ferðast nógv og víða, og aðrastaðnis hevur man sum vitjandi havt møguleika at fáa eitt lítið kort við hentum upplýsingum á, og seinnu árini hava hesi kort eisini verið til í talgildari útgávu, greiðir Christian Nagata, stjóri á Sendistovuni frá.

Hann helt, at ein slík loysn manglaði til vitjandi í Føroyum, og tí varð farið undir at gera eina pappírsloysn fyri eini 10 árum síðani. Ein loysn har man savnaði hentar upplýsingar um eitt stað á einum korti.

 

Nógvir fyrimunir við talgildu útgávuni

-       Seinni komu Visit Tórshavn og Tórshavnar Kommuna eisini við í samstarvið, og tað hevur riggað sera væl, og kortini, sum til dømis vísa, hvar søvn, matstovur, kunningarstovur og annað er, hava verið sera væl móttikin av ferðafólki, sigur Christian Nagata.

Í eina tíð hevur man so arbeitt við hugskotinum um at gera eina app við einum býarkorti á, og so kundi knýtt aðrar hentleikar at hesum.

-       Nú hava vit so víðkað tænastuna til eina talgilda loysn, men tann prentaða fæst framvegis. Men tað er einki at ivast í, at tann talgilda loysnin, sum hendan appin er, hevur nógv fleiri møguleikar. Til dømis kanst tú fara inn at leita tær eftir eini matstovu, og tá ið tú hevur funnið røttu matstovuna til tín tørv, so fer appin inn á Google Maps, so tú kann fáa rutuvegleiðing, hvussu tú gongur ella koyrur til matstovuna, greiðir stjórin á Sendistovuni frá.

Tað vil siga, at ein slík app gevur fleiri valmøguleikar, og hon hevur fleiri funktiónir, sum eitt vanligt prentað kort ikki kann geva brúkaranum.

 

Hugsa grønt

Hesi seinnu árini hava tað á hvørjum ári verið prentað umleið 40.000 býarkort at býta út til ferðafólk, men Christian Nagata sigur, at tað er eingin ivi um, at man við hesum nýggju appini eisini roynir at hugsa grønt.

-       Vit koyra eisini prentaða kortið út í ár, men tað er eingi at ivast í, at vit hugsa grønt, og at vit tí ímynda okkum, at um eitt til tvey ár verður ikki tørvur á eins nógvum prentaðum kortum, sigur hann.

Christian Nagata leggur eisini afturat, at tað er vert at undirstrika, at hendan appin er ikki nakað, sum fer út at kappast við nakran annan veitara ella nakra aðra loysn.

-       Vit vilja bjóða hetta sum eina ókeypis tænastu til ferðafólk, men tað er heldur einki, ið forðar fyri, at føroyingar fara at brúka appina, sigur hann at enda.

 

Nýggja appin, Tórshavn City Map, er eitt nýbrot í føroyskum ferðavinnuhøpi