Altartalvan í Christianskirkjuni endaliga sýnað

Í gjár var umvælingin av altartalvuni í Christianskirkjuni í Klaksvík endaliga sýnað. Seks ár eru liðin síðani umvælingina

Verkið er ogn hjá Statens Museum for Kunst.

Stjórin fyri CATS (Centre for Art Technological Studies and Conservation) dr. Jørgen Wadum prof. em. umboðaði eigaran.

Tom Egelund stjóri í Nordisk Konservering, lat eftir sýnið á stuttari samkomu í kirkjukjallaranum eigara og kirkjuligu myndugleikunum drúgva frágreiðing frá arbeiðinum, ið fór fram í tíðarskeiðinum september 2012 til mai 2013.
Semja var um, at úrslitið var frálíkt og einastandandi, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni.