Altjóða brekdagur: Manglar brúgv frá góðum hugburði til ítøkilig framstig

sigur forkvinnan í Megd, Tóra við Keldu

Í dag er altjóða dagur teirra, ið bera brek. Ein dagur, ið Sameindu Tjóðir hava ásett til at vera dagurin, har ljós verður varpað á brekøkið.

- Tað eru nógvir føroyingar, sum bera brek, og ein dagur sum hesin hevur stóran týdning fyri Føroyar, tí hann gevur okkum loyvi til at serstakliga at varpa ljós á brekøkið, og tí velja vit at hátíðarhalda hann á hvørjum ári, sigur forkvinnan í Megd, Tóra við Keldu.
Hon leggur dent á, at sum heild er støðan á brekøkinum í Føroyum góð, soleiðis at skilja, at tað spakuliga gongur framá, og føroyingar hava ein jaligan og opnan hugburð til brekøkið.

- Tó, so manglar ein brúgv frá góðum hugburði til ítøkilig framstig, sigur hon.

Forkvinnan í Megd vísir á, at vit við vinaligum hugburði ber til at vísa veg, men vit koma als ikki á mál bert við hugburði, og tað er langur vegur á mál. Millum annað nevnir hon atkomu á øllum økjum hjá teimum, ið bera brek. Hetta kann vera atkoma til sendingar, ið verða vístar í almenna Kringvarpinum, útbúgvingar á Setrinum og tiltøk kring landið.

- Tey, sum eru deyv og tunghoyrd fáa til dømis bert sendingina Dokumentarurin tekstaða í Kringvarpinum, sigur hon.

- Men tað skal síggjast í ljósinum av, at tað eru stórir batar í samfelagnum. Tað gogur bara alt ov seint at fremja broytingarnar, leggur hon aftrat.

Megd skipar í kvøld fyri einum tiltaki í Smæruni, undir heitinum „Eitt virkið lív” um luttøku í øllum lívsins viðurskiftum. Her verða menning og endurmenning umrødd.

Orð sum habilitering og rehabilitering eru kend. Tey verða í grein 26 í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, nevnd menning og endurmenning.

Ásett er í sáttmálanum, at Føroyar skulu taka munadygg og hóskandi stig til at gera fólk, ið bera brek, før fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði, fullan likamligan, sálarligan, sosialan og vinnuligan førleika og fullvegis part og luttøku í øllum lívsins viðurskiftum.

- Evnið hevur týdning, tí í Føroyum er eingin heildarætlan fyri menning og endurmenning. Enn eru avbjóðingar, og tí er neyðugt at varpa ljós á økið, sigur hon.

Á tiltakinum í Smæruni verða eisini eini 50 barnatekningar sýndar fram, sum børn í 2. flokki í skúlunum í Eysturkommunu og Vágs skúla hava teknað. Hetta er ein litrík og fitt roynd at vita, hvussu børn síggja virkna lívið, greiðir hon frá.