Altjóða løgregla: Ongantíð sæð líknandi

Tað, sum ikki minst undrar bæði norsku løgregluna og løgreglu í øðrum londum, er stóri serkunnleikin til tøkni, sum má liggja aftan fyri hetta mál, har tað hevur borið til at slettað øll spor.

 

 

Tað undrar, at eitt slíkt mál skuldi taka seg upp í lítla Lørenskog í Noregi.

Tað undrar, at eitt slíkt mál skuldi taka seg upp í lítla Lørenskog í Noregi.

 

Í meira enn eitt ár hevur norska løgreglan ráðført seg við løgreglu í einari røð av londum í royndini at loysa málið um, hvat er hent við norsku ríkmanskonuni, Anne-Elisabeth Hagen, sum hevur verið burtur síðan hin 31. oktober í 2018 - uttan eitt einasta lívstekin. Niðurstøðan er greið: Eingin hevur sæð nakað líknandi áður.

- Tað er eingin loyna, at vit hava samstarvað og samskift við løgreglu í útlandinum á einum politifakligum og ráðgevandi stigi, og tað gera vit framvegis, sigur politiadvokaturin, Haris Hrenovica, við norska Dagbladet.

Viljin til at hjálpa norsku løgregluni hevur ikki skortað, men kortini hevur løgreglan í Noregi ongastaðni fingið ta hjálp, sum skal til fyri at loysa størstu krimigátu í norskari søgu.

Dagbladet hevur áður avdúkað, at løgregla í fleiri londum fylgdi við, tá maður Anne-Elisabeth Hagen, miljarderurin, Tom Hagen, í fjør summar flutti umleið 10 miljónir norskar krónur í kryptovaluta'ini monero á skrivstovuni hjá norsku kriminalløgregluni til hugsandi mótpartin.

Málið hjá øllum teimum løgreglufólkum, sum fylgdu við, var at fylgja kryptovalutastreyminum og á tann hátt royna at finna út av, hvør hugsandi mótparturin, sum fekk pengarnar, er, men hesum spurdist einki burturúr. 

Hóast norska løgreglan hevur søkt sær hjálp og stuðul bæði hjá FBI, New Scotland Yard, týska Bundeskriminalamt og donsku kriminalløgregluni er málið um horvnu norsku ríkmanskonuna framvegis óloyst. 

Tað, sum ikki minst undrar bæði norsku løgregluna og løgreglu í øðrum londum í hesum máli, er tann stóri serkunnleiki til tøkni, sum má liggja aftan fyri hetta mál - ein serkunnleiki, sum hevur gjørt, at tað higartil hevur víst seg at vera ómøguligt at avdúka spor.

##med2##

Tað undrar, at eitt slíkt mál skuldi taka seg upp í lítla Lørenskog í Noregi. Dagbladet skrivar, at fyri mong tykist hetta mál óveruligt. - At geva skarvin yvir í hesum máli, sum kanska er ein av størstu avbjóðingum hjá norsku kriminalløgregluni yvirhøvur, er ikki ætlanin, sigur fútin í tí, sum norðmenn rópa Øst politidistrikt, Ida Melbo Øystese.

Hon vissar um, at tey ongar ætlanir hava um at leggja málið til síðis sum óloyst, men leggja framvegis stóran dent á at loysa málið, soleiðis at greiða kann fáast á, hvat hendi Anne-Elisabeth Hagen, og hvør stendur aftan fyri hesa brotsgerð.

##med3##

Tað undrar, at eitt slíkt mál skuldi taka seg upp í lítla Lørenskog í Noregi.

Tom og Anne-Elisabeth Hagen á ungum árum. Mynd: Privat.