Tað er ein gáta fyri Jonhard Eliasen búskaparfrøðing, at politikarar ikki hugsa um at fíggja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin við at selja fiskirættindi.
Tað sigur hann í grein í Sosialinum í dag. Hann sigur, at verður nýtslurætturin til náttúrutilfeingi seldur, kann tað útvega eitt munandi íkast til at fíggja samferðslukervið við.
Men hann hugsar eisini um at selja aðrar ognir
At selja hesar ognir og at brúka peningin til samferðsluútbyggingar gevur meining, sigur Jonhard Eliasen í Sosialinum.
Hinvegin vísir hann á fleiri vanda við at fíggja útbyggingar við láni.
Verða íløgurnar fíggjaðar við láni, er vandi fyri, at skuldin hjá landinum gerst kostnaðarmikil.
- Íleggjarar og ratingstovnar hyggja ikki bert eftir landskassanum, tá ið avgerð verður tikin um at veita fígging, men eisini at partafeløgum, sum eru nær tengd at landskassanum og politisku skipanini. - Samgonga hevur ikki fingið tamarhald á landskassahallinum, hóast fortreytirnar hjá okkum eru munandi frægari, enn hjá flestu londunum í Evropu.
Hallið í fjør varð hægri enn hallið var í 2011 og hallið í ár verður munandi hægri enn í fjør. Sum landið nú liggur, eru útlit til, at bruttoskuldin hjá landskassanum um fá ár fer upp um seks milliardir.
Tá ið politisk avgerð verður tikin um at binda landskassan til lánsfígging, er neyðugt at hava í huga, at økt skuld kann hava við sær, at ratingin versnar og at rentuútreiðslurnar við hesum vaksa.
- Somuleiðis eiga atlit at verða tikin til, at rentustøðið í søguligum høpi er lágt, og at støðið um nøkur ár kann gerast munandi hægri, enn tað er í dag.
- Við hesum er tí ikki óhugsandi, at árligu rentuútreiðslurnar hjá landskassanum økjast við 200-400 mió kr í mun til núverandi støði, sigur Jonhard Eliasen.
Les nógv meiri um evnið í Sosialinum, sum er komin út í dag.
|
Samferðslan fíggjast við at selja tjóðarognir
