Alvápnað løgreglulið til handtøku í Havn

Eini 8-10 løgreglufólk fóru við maskinbyrsjum inn í eini hús á Grønlandsvegnum í Havn til eina handtøku

Myndir: Álvur Haraldsen

Myndir: Álvur Haraldsen

Eitt alvápnað løgreglulið var í dag úti til eina handtøku á Grønlandsvegnum í Havn.

Løgreglan vil einki siga um málið, men vitni siga, at í øllum førum ein persónur er handtikin og kom út við hondunum oman fyri høvdið.

Løgreglufólkini, sum vóru eini 8-10 í tali, vóru vápnað við maskinbyrsum og vóru í hjálmi, masku og vesti.

Boðini frá løgregluni eru hesi:

»Til kunningar, so er politiið í løtuni væl mannað í vesturbýnum í Havn í samband við eina handtøku.

Vegna kanningararbeiðið er ikki møguligt hjá politinum at siga meira um handtøkuna ella hvat málið snýr seg um.«

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

Myndir: Álvur Haraldsen