Álvarsamt: Smittan breiðir seg skjótt

- Støðan í Føroyum er sera álvarsom, og smittan breiðir seg sera skjótt, sigur Heilsumálaráðið, sum seinnapartin er komið við rættaðum tølum.

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/ KvF

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/ KvF

 

- Metnógvir korona-tilburðir eru nú staðfestir í Føroyum. Tilsamans hava 291 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini hjá landslæknanum. Úrslitið byggir á tilsamans 45.849 kanningar.

Í Heilsumálaráðnum vísa tey í dag á, at hin 5. august vórðu fleiri enn 1.863 kanningar framdar, og smitta varð staðfest í 38 av hesum kanningunum. Í gjár, hin 6. august, vórðu 3.290 kanningar framdar.

- Enn vanta 763 kanningar at verða greinaðar. Í teimum 2.527 kanningunum, sum eru greinaðar, eru 12 smittutilburðir staðfestir. Heitt verður tí á øll, sum lótu seg kanna hósdagin hin 6. august, um at vísa serligt varsemi, til øll kanningarúrslit eru tøk.

Lagt verður aftrat, at úrslitini verða dagførd skjótast gjørligt á corona.fo og á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.

- Ein útlendingur, sum hevur ligið innlagdur á sjúkrahúsinum, er nú útskrivaður og staðfestur frískur. Sostatt eru 98 persónar smittaðir í løtuni. 32 av hesum eru farnir av landinum aftur. Tilsamans hava nú 291 persónar fingið staðfest korona-smittu í Føroyum, og nú eru so 193 av hesum staðfest frísk aftur.

Í Heilsumálaráðnum leggja tey dent á, at støðan í Føroyum er sera álvarsom, og smittan breiðir seg sera skjótt. Heitt verður tí á øll um at minnast til frástøðu og gott reinføri.

 

 

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/ KvF