Amariel sýnir fram í Keypmannahavn

Føðingardagsframsýning er á Galleri Sct. Gertrud

Listamaðurin Amariel Norðoy fyllir 75 ár í ár, og í tí sambandi hevur hann í hesum døgum framsýning á Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn.

Listaskálin Sct. Gertud er kendur fyri at sýna fram føroyska list, og Amariel er ein av listafólkunum, sum áður hava sýnt fram har.

Amariel var føddur í Klaksvík í 1945. Hann tók útbúgving sum skipasmiðjur, áðrenn hann fór á Det Kongelige Danske Kunstakademi. Amariel hevur sýnt fram víðahvar heima sum burtur. Nógv av verkunum hava íblástur frá uppvøkstrinum – útróðrarbáturin, skiftandi ljós og fólk eru eyðkenni fyri nógv av verkunum.