Amnesty á G! er eitt gott høvi at vísa andlit

- Tað gongur væl, og fólk eru áhugað í at hoyra um tað, vit gera, sigur Sólvá Magnadóttir frá Amnesty Føroyum

 

Millum mongu básarnar á festivaløkinum í Syrðugøtu er ein básur hjá Amnesty Føroyum. Á vegginum hanga plakatir við dømum mál, sum Amnesty hevur framt og arbeiðir fyri í løtuni. Har eru stólar, sum forvitnir festivalgestir kunnu seta seg í, um teir vilja hava  eitt prát við Amnesty, og har er sum heild stak innbjóðandi í básinum. 

- Eftir sum at tað eru so nógv fólk á G!, so halda vit, at tað er eitt gott høvið at vísa okkum fram. Fyri summi er Amnesty kanska ikki so lætt at skilja, tá mann bara tosar um tað. Men við at vera her og vísa okkara arbeiðið fram, so hava fólk lættari við at skilja hetta virksemið, sigur Sólvá Magnadóttir, sum situr í básinum til reiðar at taka eitt prát við framviðgangandi fólk. 

- Vit vísa tey málini, vit hava havt, og tey málini, vit arbeiða við í løtuni. Haraftrat royna vit at fáa fólk at melda seg til lívlinjuna, sum er ein sms-skipan til áhugað fólk, sigur hon.

##med3##

Sólvá Magnadóttir er væl nøgd og hevur prátað við fleiri áhugaðar festivalgestir.

- Tað gongur væl, og fólk eru áhugað í at hoyra um tað, vit gera. Tað gongur kanska best, tá fólk hava fingið eitt sindur niður um, flennir hon.

##med2##

Tey, ið hava gingið runt á festivaløkinum í Gøtu, hava ivaleyst lagt merki til tvey, sum súkkla runt á einari súkklu við einum viðfestisvogni. Tey deila tattoveringar út og fortelja fólki boðskapin um, at sex krevur samtykki. 

- Fólk halda tað vera stuttligt, øðrvísi og áhugavert, at tað verður súkklað runt. Hetta er ein góður máti at vísa andlit uppá, sigur Sólvá Magnadóttir.

Átakið hjá samstarvinum um SAMTYKKI gevur nøkur boð uppá orð og setningar, sum ung kunnu brúka, tá tey geva samtykki, og taka samtykki aftur. Endamálið við ársins plakat er at seta nakrar tankar ígongd, og geva ungum eina kenslu av, at tað er kul at tosa um síni egnu mørk og at mann hevur hug til sex.

At tora at siga, hvat einum dámar, og at siga frá, um ein knappliga ikki hevur hug meira. Tí samtykki er meira enn eitt ja ella eitt nei.

##med4##