Amnesty til reiðar at hjálpa til í undirvísingini

Samfelagsfrøði er nú sjálvstøðug lærugrein í 7., 8. og 9. flokki, og tí er upplagt, at Amnesty verður ein partur av undirvísingini

Eyðgerð Mørkøre og Katrin á Neystabø. Mynd: Skúlablaðið

Eyðgerð Mørkøre og Katrin á Neystabø. Mynd: Skúlablaðið

Nú samfelagsfrøði er komið á tímatalvuna hjá 7., 8., og 9. flokki, er upplagt, at Amnesty International verður partur av undirvísingini, tá evnið snýr seg um mannarættindi.

Tað skrivar Skúlablaðið, ið hevur fingið eitt prát við Eyðgerð Mørkøre, forkvinnu í Amnesty Føroya deild, og Katrin á Neystabø, aðalskrivara.

Amnesty Føroya deild hevur sum vera man serkunnleika til mannarættindaviðurskifti runt í heimi, men felagskapurin hevur eisini verið virkin her heima, serliga við átøkunum Mynd krevur samtykki, Sex krevur samtykki og Steðga haturstalu, ið felagsskapurin hevur staðið fyri saman við løgregluni í Føroyum, Fólkaheilsuráðnum og Almannamálaráðnum.

Amnesty Føroya deild fær frammanundan nógvar fyrispurningar frá skúlaflokkum í sambandi við verkætlanir, og tí er upplagt, at Amnesty verður ein partur av undirvísingini, tá evnið snýr seg um mannarættindi.

- Vit eru glað um, at næmingar nýta Amnesty á henda hátt, og vit bera okkum ongantíð undan at veita eina hjálpandi hond. Vit bjóða næmingum at vitja okkum á skrivstovuni, ella biðja vit teir skriva til okkara um tað ávísa evnið, teir eru farnir í holt við. Evnini kunnu vera mong: fosturtøka, flóttafólk, píning o.s.fr. Eg plagdi at byrja við at greiða næmingum frá stríðnum fyri mannarættindum, sæð í søguligum ljósi, og frá mannarættindayvirlýsingini frá 1948. Hetta geri eg, so at næmingurin kann fáa eina fatan av, hvørjar grundreglur felagsskapur okkara byggir á, sigur Katrin á Neystabø við Skúlablaðið.

Eyðgerð Mørkøre og Katrin á Neystabø. Mynd: Skúlablaðið