Andrea nýggj næstforkvinna hjá lærarunum

Nevndin í Føroya Lærarafelag hevur skipað seg aftaná aðalfundin

Frá vinstru: Herálvur Jacobsen, Jacob Eli S. Olsen og Andrea á Rípuni.

Frá vinstru: Herálvur Jacobsen, Jacob Eli S. Olsen og Andrea á Rípuni.

Andrea á Rípuni tekur við sessinum sum næstforkvinna í nevndini hjá Føroya lærarafelag. Tað er greitt, aftaná at nevndin hevur skipað seg eftir aðalfundin í síðstu viku. Tað skrivar Skúlablaðið.


Sostatt tekur hon við sessinum aftaná Jacob Eli S. Olsen, ið hevur røkt sessin síðstu tvey árini. Jacob Eli S. Olsen tók á aðalfundinum við formanssessinum, aftaná at Herálvur Jacobsen legði frá sær. Jacob Eli S. Olsen bleiv valdur uttan nakað mótvalevni.


Carl Eli N. Samuelsen heldur fram sum skrivari í nevndini, Jona Højsted tekur við sum kassameistari í nevdini og Tórhallur við Gil, ið er nývaldur í nevndini, er nevndarlimur, skrivar skulabladid.fo.

Frá vinstru: Herálvur Jacobsen, Jacob Eli S. Olsen og Andrea á Rípuni.