Andrew og Kári hava givið blóð 150 ferðir

Tað var ein serligur dagur í blóðbankanum á Rannsóknarstovuni í dag, tá Andrew I. Vang og Kári Árting komu á gátt at geva blóð.


Teir eru nevniliga ein vanlig sjón í blóðbankanum, tí hvør sær hava teir givið blóð 75 ferðir. Tað skrivar Landssjúkrahúsið á síni heimasíðu.


Í sambandi við serliga dagin legði stjórin á Landssjúkrahúsinum, Johnny í Grótinum, leiðina framvið, og takkaði fyri teirra hjálp og handaði teimum blómur.


Til ber at melda seg sum blóðgeva á Landssjúkrahúsinum á www.gevidblod.fo, og á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi umvegis teirra heimasíður.