Andrias Høgenni “Årets Talent 2014”

Havnamaðurin Andrias Høgenni hevur fingið stórt herðaklapp úr Odense.

Mynd: Sóley Danielsen

Mynd: Sóley Danielsen

Fyrr í vikuni fekk Andrias Høgenni heiðurin sum ársins talent frá Odense Filmværksted.

Hvørt ár setur Odense Filmværksted fokus á eitt filmstalent, og í ár var tað ein føroyingur, sum fór við heiðurinum. 

- Hetta er ein stórur heiður. Nógv dugnalig fólk hava fingið henda heiðurin undan mær, og bara tað, at eg verði mettur millum hesi, hevur nógv at siga.

Tað er orsakað av tveimum filmum, sum Andrias hevur gjørt seinasta árið, at hann er valdur til at vera ársins talent.


Heiðurin verður latin einum persóni, sum hevur verið virkin í filmsumhvørvinum hjá Odense Filmværksted seinasta árið.



Millum tey tilnevndu í Føroyum

Tað er ikki einans í Odense, at fólk leggja merki til evnini hjá Andriasi, tí hann er eisini millum tey tilnevndu til ársins áskoðaravirðisløn og Geytan. Av tíggju filmum, eru heili tveir filmar hjá Andriasi tilnevndir.

- Tað er eitt stórt herðaklapp. Tað er ein útveljing millum eitt stórt úrval av filmum, og eg eri ómetaliga glaður fyri, at tey hava tikið báðar filmarnar hjá mær við. Nú havi eg sæð nakrar av filmunum, millum annað “Skuld” hjá Heiðriki á Heygum og “Sum einglar vit falla” hjá Mariu Winther Olsen, og tað er øgiliga høgt støði.

Annar av filmunum hjá Andriasi er “Det mand ikke taler om”, sum snýr seg um menn, sum eru neyðtiknir. Filmurin er stuðlaður av Fynske Filmfortællinger, sum er eitt átak í Odense, ið hevur havt fokus á at styrkja stuttfilmsumhvørvið. Hetta varð gjørt við einari kapping og vinningurin ljóðaði á 100.000 krónur í studningi til ein stuttfilm.

- Eg søkti við einum hugskoti til henda filmin um menn, sum eru blivnir neyðtiknir. Og mítt hugskot var so millum tey fýra hugskotini, sum fingu stuðul. Tað var ordiliga feitt at kunna arbeiða uttan at skula hugsa um tað fíggjarliga.

Samstundis sum “Det mand ikke taler om” varð upptikin, fekk Andrias hug at gera ein film á Føroyskum. Hann hevði eitt hugskot til ein stuttfilm, sum skuldi takast upp í Føroyum.

- Tað var tungt arbeiði at arbeiða við filminum um menn, sum eru blivnir neyðtiknir. Filmurin byggir á tvær samrøður við tveir menn, sum eru blivnir neyðtiknir, og tað var tungt at skula sita og hoyra samrøðurnar í nærum eitt hálvt ár. Tí kendi eg ein tørv á at gera ein meira lættan film.

Á páskum fór Andrias so til Føroyar við Mariann Hansen og Sóley Danielsen, og so filmaðu tey stuttfilmin uppá eitt vikuskifti.   

“Kom og dansa”, sum eisini er millum teir tilnevndu til føroysku virðislønina, snýr seg um eina unga kvinnu, sum sær í telefonini hjá sjeikinum, at hann hevur verið ótrúgvur við einari ókendari kvinnu. Í filminum roynir hon at finna útav hvør henda kvinnan er.

 

Einki lív uttan filmslist

Dagliga lesur Andrias Høgenni medievidenskab á Syddansk Universitet. Hann er í holt við kandidatin og skjótt fer hann undir at skriva høvuðsritgerðina. Tá hon er liðug, hevur hann ætlanir um at liva av at gera film.

 

- Eg kann ikki ímynda mær eitt lív uttan at gera film, so tað fari eg at gera.