Ann-Britt Fríðheim Mortensen nýggjur leiðari í Kvinnuhúsinum

Kvinnuhúsið hevur nú sett nýggjan leiðara í starv

 

 

Nýggjur leiðari er Ann-Britt Fríðheim Mortensen úr Havn. Hon er 46 ára gomul, útbúgvin sosialráðgevi, master í positivari psykologi og hevur drúgvar arbeiðsroyndir innan sosiala økið bæði í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

Ann-Britt Fríðheim Mortensen hevur saman við Gitte Klein skrivað bókina "Mennandi sálarfrøði - sálarheilsa og trivnaður í verki", sum kom út í fjør.

Ann-Britt Fríðheim Mortensen hevur seinastu fimm árini starvast í Kvinnuhúsinum.

Nýggi leiðarin tekur yvir eftir Elin Reinert Planck 1. desember 2019.