Anna aftur á sambandslistan

Forkvinnan í Ungmannafelagnum Samband stillar upp til løgtingið

Anna Falkenberg. Mynd: Sambandsflokkurin

Anna Falkenberg. Mynd: Sambandsflokkurin

Anna Falkenberg, forkvinna í Ungmannafelagnum Samband, verður á vallistanum hjá Sambandsflokkinum til komandi løgtingsval. Tað boðar flokkurin frá í morgun.

- Hon er 23 ár og hevur búð í Danmark síðani 2016, har hon júst er liðug við eina bachelor útbúgving í stjórnmálafrøði. Eisini hevur hon seinasta árið sitið sum varaforseti í Norðurlandaráðnum fyri Ung, umboðandi Nordens Liberale Ungdom, skrivar flokkurin um nýggjasta valevnið.

Hetta er aðru ferð, at Anna Falkenberg stillar upp til eitt løgtingsval. Tá hon á fyrsta sinni stillaði upp fyri fýra árum síðan fekk hon 38 atkvøður til valið og endaði sum nummar 22 á listanum.

Um hon verður vald lovar Anna Falkenberg at virka fyri betri karmur til føroyingar í Ríkisfelagsskapinum, størri ávirkan og fleiri heimildir á uttanríkispolitiska økinum, at styrkja Fróðskaparsetrið, at seta ferð á grønu umleggingina og eina liberalisering av rúsdrekkalógina.  

Anna Falkenberg. Mynd: Sambandsflokkurin