Anna Malan.fekk 35.000 krónur

– Tað er so deiligt! Nú kann eg hugsavna meg um mítt arbeiði, sigur Anna Malan Jógvansdóttir, sum hevur fingið gávugóðsið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

Nevndin í Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum hevur gjørt av, at gávugóðsið í ár skal latast ungu listakvinnuni úr Nólsoy.

– Anna Malan Jógvansdóttir er ein djørv og týðandi rødd á føroyska bókmentapallinum og eitt av okkara listafólkum, sum, hóast ungan aldur, hevur sýnt serstakt hegni at skriva nýskapandi skaldskap á føroyskum. Gávugóðs til ungt listafólk úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum verður latið henni sum stuðul til framhaldandi menning og útbúgving.

Soleiðis ljóðar grundgevingin hjá nevndini, sum sambært viðtøkunum fyri grunnin umboða Fróðskaparsetur Føroya, Listasamband Føroya og Lærarafelag Føroya.

Gávugóðsið í ár er 35.000 krónur, og tað varð latið unga rithøvundanum seinnapartin á

Í undanvindi nú

Gott er at síggja, at evnaríka Anna Malan Jógvansdóttir hevur undanvind beint nú.

Bara fimm dagar eftir, at nevndin í Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum hevði gjørt av, at Anna Malan Jógvansdóttir skuldi hava gávugóðsið í ár, so avgjørdi Mentanargrunnur Landsins at lata unga rithøvundanum starvsløn í seks mánaðir.

Tað varð eisini almannakunngjørt i hesi vikuni.

– Tað er so deiligt! Nú nýtist mær ikki at stúra um tað fíggjarliga. Nú kann eg hugsavna meg um mítt arbeiði, sigur Anna Malan Jógvansdóttir.

Gávugóðs higartil

Tey, sum higartil hava fingið stuðul úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, eru hesi:

2020: Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundur

2019: Lea Kampmann, tónleikari

2018: Anný Djurhuus Øssursdóttir, listakvinna

2017: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum

2016: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum

2015: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum

2014: Heiðrun Petersen, tónleikari

2013: Bárður Reinert Poulsen, tónleikari og Janus á Húsagarði, teknari og rithøvundur

2012: Anton Petersen, filmsleikstjóri

2011: Dáva Juul Magnussen, tónleikari

2010: Herborg Silja Strøm, listarkvinna

2009: Kjartan Hansen, tón- og sjónleikari

2008: Marianna Mørkøre, listarkvinna

2007: Sámal Blak, myndahøggari og málari

2006: Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi

2005: Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur

2004: Marjun Kjelnæs, rithøvundur, Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari og Eivør Pálsdóttir, tónleikari

2003: Tróndur Bogason, tónleikari

2002: Andrass Olsen, tónleikari, Teitur Árnason, filmsleikstjóri og Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundi

2001: Rannvá Kunoy, listakvinna