Anna Petra Winther vann 700.000 krónur

- Tað veit Guð. Haldi, vit steðga, segði Anna Petra Winther púrasta ovfarin og glað.

 

Anna Petra Winther, sum er ættað av Sandi, men býr og ringdi úr Havn, fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld. 

Høvuðsvinningurin var á 2 miljónir krónur, og hon valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 700.000 krónum í hvørjum leypi.

Og sigast má, at tað gekk sum smurt hjá Onnu Petru Winther í kvøld.

Longu í fyrsta drátti steðgaði gekka-hjólið á gula leypinum, har 700.000 krónur vóru í.

Gekka-verturin var líka sum fyrstur at viðmerkja, og hann helt fyri: - Vit steðga her, ha?

Tað var Anna Petra Winther ikki ósamd við honum í. - Tað veit Guð. Haldi, vit steðga, segði hon púrasta ovfarin og glað.

Gekka-verturin helt fyri, at 700.000 krónur er nú ikki so galið at halda jól fyri.

- Túsund takk fyri, segði Anna Petra Winther, og at enda ynskti gekka-verturin henni eini gleðilig jól!