Anna Sofía fekk 75.000 skattafríar

Tað eydnaðist væl hjá Onnu Sofíu Mellemgaard í Gekka-spælinum í kvøld.

Myndin av Onnu Sofíu Mellemgaard er av hennara Facebook-síðu.

Myndin av Onnu Sofíu Mellemgaard er av hennara Facebook-síðu.

Í kvøld sat hon og spældi Gekk saman við børnunum, tá hon fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum.

Høvuðsvinningurin var á 800.000 krónur, og Anna Sofía Mellemgaard valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 300.000 krónum í hvørjum leypi.

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við fimm gav henni ein vinning á 75.000 krónur - ein fínur vinningur, sjálvsagt.

Anna Sofía Mellemgaard ivaðist ikki og segði, at hon valdi at steðga. - Eg haldi, eg steðgi. Haldi, at hetta er ótrúliga flott, segði kvinnan, sum ringdi úr Hoyvík.

 

 

 

Myndin av Onnu Sofíu Mellemgaard er av hennara Facebook-síðu.