Anna Vestergaard gjørdist miljóningur

Tað eydnaðist Onnu Vestergaard í kvøld at vinna 1,2 miljónir krónur í Gekkaspælinum.

Myndin er av Facebook-síðuni hjá Onnu Vestergaard.

Myndin er av Facebook-síðuni hjá Onnu Vestergaard.

 

Tað var Anna Vestergaard, ið var til arbeiðis á eldrasambýlnum í Vági, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld, nú høvuðsvinningurin var heilar 3,6 miljónir krónur.

Longu, tá hon ringdi inn, hoyrdist týðiliga, at Anna Vestergaard var ovfarin av at vera sloppin ígjøgnum, og hon helt fyri, at nú skuldi hon ikki taka sama kjans, sum sonur hennara gjørdi, tá hann herfyri fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum.

Sonurin valdi nevniliga at koyra allan vinningin í ein leyp og soleiðis satsa alt. Men, í Gekkaspælinum ta ferðina steðgaði hjólið ikki á nøkrum gekki, og tískil kundi sonurin heldur ikki aftan á siga, at hann kundi havt gjørt nakað øðrvísi.

Men, í kvøld var hepni rættiliga við Onnu Vestergaard. Hon valdi at býta stóra vinningin í trý - við 1,2 miljónum krónum í hvørjum leypi. Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið henni 50.000 krónur.

Men, hon valdi at fara víðari og snara hjólinum aðru ferð, og tað kemur hon ongantíð at angra. Tí, hesaferð rakti hon "seymin" so beint á høvdið! Gekkahjólið steðgaði á gula leypinum, og við hesum gjørdist Anna Vestergaard 1,2 miljónir krónur ríkari.

Tað gekk ein góð løta frá tí, at hjólið var steðgað, og tað var greitt, at stóri vinningurin var komin í hús, til Anna Vestergaard hoyrdist aftur í hinum endanum. Siga vit, at hon var rørd, er einki sagt ov nógv.

- Eg havi ikki orðið... Oyjesus navn... Nei...  Ja, hetta var heilt fantastiskt, kom so til endans úr hepna gekka-vinnaranum, tá hon so nøkulunda kom til sín sjálvs aftur. 

##med2##

Eisini vit her á In.fo ynskja Onnu Vestergaard hjartaliga tillukku við stóra og skattafría vinninginum í Gekka-spælinum í kvøld.

 

 

Myndin er av Facebook-síðuni hjá Onnu Vestergaard.

Anna Vestergaard hevur longu nú fingið ein hóp av heilsum á sínari Facebook-síðu.