Anne Mette Greve Klemensen prestur í Dómkirkjuni

Kirkjuráðini í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi hava í dag, 7. mars, innstillað Anne Mette Greve Klemensen til embætið sum sóknarprestur í Dómkirkjuni, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni

Tríggir umsøkjarar vóru til embætið. Prestagjaldið fevnir um tvær kirkjusóknir, og tær eru kirkjurnar í Nólsoy og Dómkirkjan.

Anne Mette Greve Klemensen varð prestvígd í Havnar kirkju í januar 2011 og tók við kallinum í Fuglafjarðar prestagjaldi.

Dómprósturin skipar Anne Mette Greve Klemensen í embætið við hámessuna í Havnar kirkju 19. apríl.

Tað er landsstýrismaðurin við kirkjumálum, Jenis av Rana, ið útnevnir sóknarprestin til kallið.