Anne Mette Greve Klemensen sóknarprestur skipað í embætið

Sunnudagin 7. juni, skipar dómprósturin Anne Mette G. Klemensen, sóknarprest í embætið í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi. Kirkjuráðini i prestagjaldinum – Havnar kirkja og Nólsoyar kirkju – innstillaðu Anne Mette G. Klemensen til embætið. Hon tók við embætinum 1. apríl.

Hetta skrivar folkakirkjan.fo.

Ætlanin var, at Anne Mette G. Klemensen skuldi skipast í embætið 19. apríl, men sum kunnugt komu ymsar broytingar at savnast í kirkjunum í sambandi við korona-sóttina, so innsetingin í embætið varð útsett.

Nú verður Anne Mette G. Klemensen skipað í embætið sum sóknarprestur í Havnar kirkju og í Nólsoyar kirkju –  í Havnar kirkju sunnudagin komandi kl. 11:00, sum er tríeindarsunnudagur, veit folkakirkjan.fo at siga.