Pedagogur: Børnini fara ov tíðliga á stovn



- Tað er vandi fyri, at smábørnini kunnu uppliva sakn, einsemi og kanska enntá svik. Tey fara á ein stovn og uppliva, at tað eru ov fá vaksin um tey.



- Tað er vandi fyri, at smábørnini kunnu uppliva sakn, einsemi og kanska enntá svik. Tey fara á ein stovn og uppliva, at tað eru ov fá vaksin um tey.

 

 

 

Millum annað soleiðis sigur ein pedagogur við Vikuskiftis Sosialin í dag, sum hevur eitt stórt tema um barnsburðarfarloyvi. Tú kanst lesa meira um meiningarnar hjá Ester Áarskarð, cand.pæd. í blaðnum í dag. Tú kanst eisini lesa um mann, sum valdi at vera heima við børnunum í trý ár, og mammu, sum er heimagangandi, og merkir fordómar frá fólki um hennara val. 

 

Á forsíðuni er søga um lítla Aron Mørk Holm úr Vági, sum doyði í ørmunum á mammu síni Rini Mørk í januar í ár. Les um hvussu familjan Mørk Holm upplivdi ræðuleikan a Suðuroyar Sjúkrahúsi 11. januar i´ár. 

 

Vikuskiftis Sosialurin kemur í handlarnar í Havn í kvøld og kring landið í morgin.