100 fólk til Matiné

100 fólk vóru til Matiné í Christianskirkjuni í morgun.

(Mynd: Dávur Winther)

(Mynd: Dávur Winther)

Torradagar eru í Klaksvík, og hetta setti eisini sín dám á kirkjugongdina, ið hevði eina Torra-Matiné í morgun.

 

- Smá 100 fólk møttu í frálíkum kavaveðri upp til eina sera góða, fjálga og vælklingandi matiné í Christianskirkjuni í morgun, har Kór Glyvra Kirkju og Kirkjukórið í Christianskirkjuni høvdu konsert, sigur Dávur Winther.

 

Á skránni var bæði kórsangur og urguspæl vísir hann á umframt at, klaver og trompet, sum Andras Sólstein spældi, fingu innivist.

  

- Tvey frálíka væl uppløgd kór við góðum sangi, sum vónandi verður aftur eina aðra ferð. Og ikki minni hugnaligt, at so mong valdu at leggja leiðina umvegis Christianskirkjuna henda fagra morgun, nú annars er nógv á skrá á torradøgunum, sigur Dávur.