Annika varð illa viðfarin

Annika varð illa viðfarin í Fólkaflokkinum, tá ið hon bjóðaði formanninum av í 2011.

Jørgen Niclasen og leiðslan í Fólkaflokkinum hava skumpað Anniku Olsen út. - Eg varð illa viðfarin, tá eg valdi at stilla upp sum forkvinna í 2011, og tað var byrjanin til endan hjá mær í Fólkaflokkinum, sigur Annika Olsen, fráfarandi landsstýriskvinna fyri Fólkaflokkin. 

Í Vikuskiftis Sosialinum kanst tú lesa meira um hví Annika Olsen valdi at melda seg úr Fólkaflokkinum. Tú kanst eisini lesa hvat Jørgen Niclasen, floksformaður heldur um, at Annika valdi at trekkja seg eftir løgtingsvalið.