Ansaðu ov illa eftir

Løgreglan kannar tvey ferðsluóhapp í gjár

Í gjár vóru tvey ferðsluóhapp, har óansnið elvdi til nakað av materiellum skaða. Tað fyrra óhappið var í Sandoynni, har ein traktorur og ein bilur stoyttu saman. Bæði traktorur og bilur koyrdu sama veg, men tá ið bilurin skuldi yvirhála, snaraði traktorurin til vinstru, tí hann skuldi eftir einum síðuvegi – og fyri at sleppa undan samanstoyti, snaraði bilførarin eisini til vinstru, og fór út av.

Løgreglan sigur, at eingin mannaskaði var, men at bilurin fekk nakað av skaða.

Tey royna nú at fáa greiði á, hvør hevur skyldina av óhappinum, um tað er førarin á traktorinum, sum ikki ansaði nóg væl eftir, áðrenn hann snaraði, ella um tað er førarin á bilinum, sum yvirhálaði, uttan at ansa eftir, at vandi ikki stóðst av tí.

Á Tvøroyri hendi eisini eitt óhapp í gjár, har ein bilførari ikki helt treytaleysu víkiskylduna í einum krossvegi. Av tí sama rendi hann í høgru síðu á einum bili. Løgreglan sigur, at í slíkum førum plagar bilførarin, sum ikki heldur víkiskylduna, at fáaeitt klipp í koyrikortið.

Í gjár var eisini materiellur skaði í einum óhappi í Havn, har ein býbussur bar við ein parkeraðan bil, men løgreglan sigur, at tað verður eitt mál fyri teir og løgregluna.

Í Suðuroy fekk løgreglan eina aðra uppgávu mitt í nátt, tá ið fólk meldaðu, at ein maður gekk so ólátaður ímillum hús, at fólk fingu ikki náttarfrið. Hann fær bót fyri at hava brotið politiviðtøkurnar.