Apotek lata aftur í Noregi

Seinastu dagarnar hevur tað staðið á hjá fleiri norskum apotekum at røkja sína samfelagsskyldu.

 

 

- Í dag vóru fleiri apotek stongd í Noregi, veit norska kringvarpið at siga.

- Í dag vóru fleiri apotek stongd í Noregi, veit norska kringvarpið at siga.

 

Tað eru norsk apotek, sum í hesum døgum hava tað trupult við starvsfólki, tí fólk gerast smittað við korona-virus, og onnur enda í sóttarhaldi. Fleiri staðni í Noregi koma fólk til stongdar dyr, tá tey hava ørindi á apotekunum kring landið. 

Tað veit norska kringvarpið at siga í kvøld.

Eins og í øðrum londum hava norsku apotekini ein samfelagsliga týðandi leiklut á hædd við sjúkrahús og læknaskrivstovur. Tískil skulu apotekini tryggja borgarum apoteksvørur og tænastur um alt landið.

Men, seinastu dagarnar hevur tað staðið á hjá fleiri norskum apotekum at røkja sína samfelagsskyldu, og orsøkin er avleiðingarnar av korona-virus. Á apotekunum standa fólk ofta tætt í bíðirøð, og eisini í Noregi hevur verið ávarað um hamstran av heilivági.

Í Noregi arbeiða umleið 8000 fólk á 950 apotekunum, men á fleiri apotekum koma viðskiftafólk í dag til stongdar hurðar.  Fleiri starvsfólk eru í sóttarverju, onnur eru í isolatión - og upp aftur onnur eru smittað við korona-virus.

- Vit eru fimm, sum starvast á Vitusapoteki í Askin. Nú eru tvey starvsfólk fepursjúk og hava ilt í hálsinum. Vit hava tískil einki val, sigur apotekarin, Helena Hanson, sum vísir á, at tað kann taka tíð at fáa onnur starvsfólk til deildina.

Helena Hanson sigur eisini við norska kringvarpið, at tá Askin eisini hevur tvey onnur apotek, sum eru opin, avgjørdu tey at steingja.

 

 

- Í dag vóru fleiri apotek stongd í Noregi, veit norska kringvarpið at siga.