Arabiska samgongan vrakar Netanyahu

Arabiska samgongan, sum er triðstørsti flokkur í ísraelska tjóðartinginum, stuðlar kappingarneytan hjá Benjamin Netanyahu, Benny Gantz.

Ísraelski forsetin er farin undir samráðingar við floksleiðarar fyri at finna fram til, hvør skal vera landsins næsti forsætisráðharri.

Á valnum týsdagin var eingin greiður meiriluti, hvørki fyri Benjamin Netanyahy og Likud-samgonguni ella Benny Gantz og sameindu hansara, Bláu og Hvítu.

Arabisku flokkarnir, sum tilsamans eru triðstørst í tjóðartinginum, siga í dag, at tey fara at peika á Gantz sum komandi forsætisráðharri.

Tað sigur leiðarin í samgongun,i Ayman Odeh, í eini kjakgrein í New York Times. Tað eru fyrstu ferð síðani 1992, at arabisku flokkarnir stuðla eitt forsetavalevni fram um eitt annað.

Á valinum týsdagin fingu Bláu og Hvítu 33 sessir í tjóðartinginum, meðan Likud-flokkurin hjá Netanyahu fekk 31.

Felagslistin hjá arabisku og arabisk-jødisku flokkunum hava 13 av teimum 120 sessunum í Knesset, sum tjóðartingið eitur.

Arabiski stuðulin til Gantz merkir ikki endiliga, at Felagslistin fer í eina komandi stjórn.

Men stuðul hansara merkir, at mið-vinstra samgongan hjá Gantz hevur 57 sessir aftan fyri seg, meðan høgrasamgongan hjá Netanyahu hevur 55 sessir, skrivar tíðindastovan Reuters.

– Arabisk-palestinsku borgararnir í Ísrael hava valt av avvísa Benjamin Netanyahu og politikk hansara, sum er bygdur á ótta og hatur, skrivar Ayman Odeh í New York Times.

– Vegna Felagslistan mæli eg til, at ísraelski forsetin velur Benny Gantz sum komandi forsætisráðharra. Tað hevði verið týdningarmiki fet fyri at vinna neyðuga meirilutan fyri at forða enn einum embætisskeiði hjá Netanyahy. Og átti at verið endin á politisku starvsleið hansara, skrivar hann.

Ísrelski forsetin, Reuven Rivlin, heldur hinvegin, at um tað skal vera ein stabil stjórnarsamgonga í Ísrael, so eiga bæði Likud og Bláu og Hvítu at vera við.

Tað segði Rivlin, tá hann í dag for undir fundirnar við umboð fyri flokkarnar.

Forsetin skal eftir fundirnar geva einum floksleiðara uppgávuna at royna at skipa stjórn.

Frammanundan hava ísraelskir eygleiðarar og miðlar ivast í, um Rivlin – sum sjálvur er úr Likud – fer at royna at fáa Netanyahyu og Gantz saman fyri at kanna, um tað ber til at gera eina samgongustjórn.

Hendan møguleikan hevur Benny Ganz longu avvíst.

Forsetin sigur, at hann fer at gera tað, hann kann, fyri at sleppa undan enn einum vali.

Val var í Ísrael í apríl mne heldur ikki tá var nakar greiður meiriluti fyri eini stjórn. Tí skrivaði Netanyahu út nýval, su varð hildið týsdagin.

 

/ritzau/