Arbeiðarafeløg í Havn: Latið Samhaldsfasta fáa frið!

YVIRLÝSING: Arbeiðarafeløgini í Havn mótmæla, at nýggja samgongan ætlar at umleggja Samhaldasta til ein aldurstrygdargrunn, har ógjøgnumskygt verður, hvussu grunnurin verður umsitin.

Í samgonguskjalinum verður sagt, at allar almannapensjónir skulu gjaldast úr einum aldurstrygdargrunni við skattafríari grundupphædd og eini skattskyldugari viðbót.
Samhaldsfasti, fólkapensjón og viðbót enda sostatt í einum og sama potti.
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava umsitið Samhaldsfasta í 27 ár, og skipanin hevur riggað væl øll árini. Sera órógvandi er, at politiskir flokkar nú vilja ognartaka fæið í grunninum.
Vit mótmæla ætlanini, tí landið eigur onki í Samhaldsfasta, og hann skal ikki brúkast til at fíggja eina líðandi avtøku av fólkapensjónini, sum tykist vera einasta málið við at leggja skipanirnar saman.


Havnar Arbeiðskvinnufelag
Havnar Arbeiðarafelag