Arbeiðið at byggja battarístøð til Myllurnar gongur framá

Vindmyllulundin í Porkerishaganum varð reist og sett í royndarframleiðslu í 2020. Hendan royndarframleiðsla er nú liðug, og myllurnar eru formliga yvirtiknar. Á lítlari samkomu fyri innboðin varð vindmyllulundin formliga yvirtikin og lykilin latin Jóannes Norðberg, verkmeistara á Vágsverkinum, 11. februar 2021.

Hetta sæst í longri grein á heimasíðuni hjá SEV.

Har sæst eisini, um ein lesur greinina at enda, at har er meira, enn bara vindmyllulund.

Talan er eisini um at goyma streymin, og verður hetta gjørt við battarískipan.

Á heimasíðuni hjá SEV stendur m.a. soleiðis:

Partur av hesi verkætlan er battarískipan og synkronkompensator. Hesi skulu vera við til at javna elorkuna, ið fingin verður til høldar frá vindmyllunum, og harvið tryggja, at vit varðveita veitingartrygdina í økinum. Battarískipan og synkronkompensator verða tó ikki sett upp og verksett fyrrenn seinni í 2021.

Battarískipanin í Porkeri verður serstøk við tað, at hon hevur eins stóran mátt og vindmyllulundin sjálv. Endamálið við battarískipanini og synkronkompensatorinum er fyrst og fremst at javna vindin, sum fer út á netið, men støddin á battarískipanini merkir, at hon viðhvørt eisini kann virka sum tiltaksverk í staðin fyri motorarnar á Vágsverkinum, um vindorkan brádliga minkar.

 

Og koyrir ein framvið, so sæst, at arbeiðið at byggja bygningin til battarískipanina er komið væl áleiðis. Sí mynd omanfyri.

 

(Mynd: D. Olsen)