Arbeiðið í Saksun steðgar fyribils

Sunda kommuna hevur tikið mótmælini frá borgarum í Saksun um ætlanirnar hjá kommununi at gera wc, parkeringspláss, skelti, gøtur o.a. til eftirtektar. Skrivið varð viðgjørt á fundi í trivnaðarnevndini í gjárkvøldið.

Í niðurstøðuni hjá trivnaðarnevndini sæst, at í sambandi við skipan av ferðavinnuni í Saksun ynskir kommunan at taka mótmælisskrivið móttikið 6. mai 2019 og tilhoyrisskrivið til mótmælisskrivið móttikið 13.mai 2019 í størsta álvara.

Tí fer kommunan at steðga arbeiðinum fyribils og kemur at kalla borgarar búsitandi í Saksun til fundar um málið.

Kommunan ynskir framhaldandi í samsvar við samtykta ferðavinnupolitikkin, at skipa ferðavinnuna í Saksunar bygd, men kemur at brúka tíð til at fyrireika raðfestingarnar nærri.