Arbeiðið varð ongantíð gjørt liðugt og tí má Teistin avlýsa so ofta

Landsverk hevur gjørt nakað, men tað er Skopunar kommuna, sum hevur ábyrgdina

 

 

Innsiglingin í Skopun kann vera buldraslig, tá ið veðrið ikki er til vildar

Innsiglingin í Skopun kann vera buldraslig, tá ið veðrið ikki er til vildar

Seinastu árini hevur Landsverk ruddað grót úr innsiglingini til ferjuleguna í Skopun, og sostatt er tað trygt hjá Teistanum at brúka Havnina, tá ið veðrið annars er til vildar.

Tað er niðurstøðan, nú Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur er farin til landsstýrið við málinum um, at Teistin avlýsir so ofta.

Hann sigur, at ein orsøk til avlýsingarnar, er, at tað er so nógv grót í innsiglingini, at Teistin fær ikki siglt tá ið veðrið er ólagaligt.

Og tí vildi hann hava Jørgen Niclasen at greiða frá, hvat hann ætlar at gera við tann spurningin.   

Jørgen Niclasen hevur fingið at vita frá Landsverki, at grótið, sum kemur í innsiglingina í Skopun, er tað sum er eftir av brimverjuni, sum bleiv løgd uttanfyri pierin á Bergi fyrst í nítiárunum.

Men arbeiðið varð ongantíð gjørt liðugt og tískil er grótið farið í briminum so hvørt, og nakað av tí er endað í innsiglingini.

Men Landsverk hevur tikið grótið upp av botni á einum øki við endan á pierinum, soleiðis at tað er trygt hjá Teistanum at sigla í ávísari frástøðu.

Bæði í 2015 og í 2017 varð nógv grót tikið burtur og síðan hevur Landsverk kanna botnin á hvørjum ári.

Í fjør varð neyðugt at taka nakrar fáar steinar upp afturat, tí tí teir vóru til ampa fyri Teistan. Og nú í apríl ella í mai, fer Landsverk afturat kanna botnin fyri at vita um tað er neyðugt at taka meiri grót burtur.

Men tað skilst eisini, at tað er ikki grót á botninum, sum er orsøkin til avlýsingarnar.

Landsverk sigur nevniliga, at høvuðsorsøkin til, at tað er meira ókyrt í innsiglingini nú, er, at tað grótkastið uttanfyri pierin á Bergi ikki longur tekur alduna, tí tað er næstan burtur, sigur Jørgen Niclasen.

Men Landsverk hevur eisini upplýst, at hitt grótkastið hevur nøkur sár, sum Landsverk heldur eyga við.

Sárið út móti havinum við sjóvarmálan, er nakað sum er væntandi, men so leingi tað ikki er máað burtur av grótkasinum inn ímóti sjálvari krúnuni, er eingin vandi á ferð, sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur kortini, at sárini, sum eru uppi á krúnuni, áttu at verið umvæld, og hetta hevur Landsverk gjørt Skopunar kommunu varuga við.

Skopunar havn er nevniliga ein kommunal havn, og sostatt hoyrir grótkastið ikki undir Landsverk, sigur landsstýrismaðurin. Men síðsta summar hampaði Landsverk tó uppá grótkastið inn ímóti landi, sigur landsstýrismaðurin. 

Innsiglingin í Skopun kann vera buldraslig, tá ið veðrið ikki er til vildar