Arbeiðsgevarafelagið og YTF skrivað undir semju

Mynd: industry.fo

Mynd: industry.fo

Í farnu viku komu samráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF, ið er ein stytting fyri Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, KT o.l. Fyritøkum, um lønarviðurskiftini á Elektron á mál, tá partarnir undirskrivaðu ein nýggjan sáttmála. Tað upplýsir Vinnuhúsið á heimasíðu síni.

- Partarnir samdust um eina lønarhækking á 3,26% 1. árið og 2,56% 2. árið umframt aðrar smávegis broytingar í sáttmálanum. Hetta er sama lønarhækking, sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag í hesi samráðingarrunduni, sum byrjaði 1. mai 2018, skrivar Vinnuhúsið.

Upplýst verður, at nýggi sáttmálin er galdandi í tvey ár og fer úr gildi 31. mai 2021.

Mynd: industry.fo